Vinna

Rækjutrolarin Arctic Viking siglir heim fullfermdur

...

2021-06-14 09:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rækjutrolarin Arctic Viking, sum hevur roynt á Flemmish Cap, er farin at sigla heim fullfermdur - tað eru 420 tons av rækjum.

Arctic Viking fór úr Føroyum seinast í apríl, so fiskiskapurin hevur verið góður, teir hava eisini verið inni í New Foundlandi og bunkra.

Bjarni Petersen skipari sigur, at veðrið hevur verið sera ólagaligt - sjask hvønn dag. so at siga hvørt einasta látrýst passerar Flemmish Cap, Í gjár var orkan á Flemmish Cap, tað var 35 m/sek., og aldan upp í 10 metrar høg. - Hann sigur eisini, at einki annað rækjuskip hevur verið har teir hava roynt.

Tað eru 17 mans við hendan túrin.

Teir verða vantandi heima um eina viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder