2013-11-05 22:55
Arctic Viking, sum tað seinastu tíðina hevur staðið á beding í Havn, har hann er pussaður upp, loysti í morgun, teir hava sett kós móti Svalbard, har teir fara at fiska rækjur. Á leiðini upp til Svalbard verður farið inn í Tromsø, har teir eiga ymsa útgerð, sum skal brúkast á túrinum.
Manningin telur 18, skipari hendan túrin er Niklái Petersen úr Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald