![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Fyritøkan Krea byrjaði sítt virksemi í 2003 og hevur ment seg hesi 18 árini, sum ein heildarveitari innan sniðgeving og menning av heimasíðum.
Seinastu 5 árini hevur fyritøkan eisini ment IntraKREA, ið er ein intranet loysn, sum áleið 100 fyritøkur, stovnar og handlar brúka - bæði í Føroyum og Grønlandi.
Fyri betur at miðsavna seg um intranetið kemur kemur IntraKREA at haldaáfram ífelagnum hjá brøðrunum Jaspur og Reimund Langgaard, sum nú kemur at eita Intra.
QODIO yvirtekur Krea og virksemi innan sniðgeving og heimasíður. Krea hevur gott samstarv og stórt álit á QODIO og stjóra tess Jógvan Andersen. Krea er sannført um, at bæði starvsfólk og kundar koma í góðar og tryggar hendur við hesum broytingum.
Krea kemur at halda áfram undir sama samleika eftir hesum broytingum.
Skrivstovurnar hjá QODIO verða á Strondum og í Klaksvík, meðan Intra heldur áfram í Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald