JN

Professiónsbachelor innan innovatión og íverksetan

...

2019-02-10 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Farið verður nú undir eitt nýtt útbúgvingartilboð til teirra, sum hava tikið eina stutta framhaldsútbúgving í Føroyum ella uttanlands.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Glasi loyvi at fara undir eina professionsbachelor útbúgving innan innovatión og íverksetan við tí endamáli at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívið og framhaldandi at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum. Hetta er liður í politikkinum hjá samgonguni at fjøltátta møguleikarnar at taka útbúgvingar í Føroyum.

Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, so sum marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkning, og byggitøkning, sum í løtuni kunnu takast á Glasi. Aðrar stuttar framhaldsútbúgvingar geva tó eisini atgongd til hesa nýggju útbúgving. Hetta er sostatt enn ein møguleiki hjá ungum at støðast her á landi.

??tbúgvingin er skipað í samstarvi við CPH Business (Copenhagen Business Academy). ??tlanin er harumframt at samstarva við verandi íverksetaravirksemi í Føroyum.

??tbúgvingin tekur 1½ ár íroknað starvsvenjing.

Fyrsti flokkur verður tikin inn á sumri 2019, og umsóknarfreistin er 1. juni. ??tlanin er at taka næmingar inn á hesa útbúgving annaðhvørt ár.

Meira kunning um útbúgvingina fæst við at venda sær til Glasir.

Mentamálaráðið, 10. februar 2019


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder