2020-08-23 17:14

Føroysku skipini eru aftur farin á makrelveiðu, tey byrjaðu fyrst í altjóða sjógvi norðanfyri, og royna tey nú í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin eftir makreli er smáligur.
Sum so mangt annað, so hevur Covid 19 eisini ávirkan á makrel prísin. Tá ið makrelfiskiskapurin stóð uppá tað besta í januar mánaða í ár fingu skipini upp ímóti 11 kr fyri kilo.
Nú fáa føroysku skipini um 6 kr fyri kilo av makreli.
Føroysku skipini skulu landa makrelin í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald