JN

Prince fekk siglingarforboð í august

...

2019-09-24 08:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Prince sum er avloysaraskip á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk í Odense, fekk í síðsta mánaða siglingarforboð eftir, at problemir vóru við høvuðsmotorinum tann 12 august, men longu dagin eftir var skipið aftur í sigling.

Í juli í ár var skipið afturhildið av PSC í Igoumenitsa í Grikkalandi við 12 feilum. Skipið var frígivið eftir 7 dagar, tað skrivar Norwegian shipping.

Prince var annars tikin í sigling í 1974. Skipið er 152 metrar langt og 20 metrar breitt. Meðan skipið er í sigling í Suðuroyarleiðini hevur tað pláss fyri 250 bilum og 365 ferðafólkum. Prince er í dag heimahoyrandi á Cyprus. Prince kann taka 1230 ferðafólk vanliga og 300 bilar t.v.s. tá ið tað er í sigling í Miðalhavinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder