JN

POSTA hevði 3,7 mill í avlop

...

2014-03-12 20:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við einum avlopi á 3,7 mkr. áðrenn skatt og 3,4 mkr. eftir skatt kann Posta staðfesta sítt besta úrslit í nógv ár. ??kt søla, økt rakstraravlop, dagføringar og nútímansgerð eru millum orsøkirnar til, at úrslitið er rokkið. Sostatt er Posta væl brynjað til tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman. Leiðslan heldur úrslitið vera nøktandi og væntar jaligt úrslit eisini í 2014.

Sølan øktist úr 89 upp í 91 mkr. Rakstraríkastið/EBITDA er eitt avlop á 9,9 mkr. Sølan av bygninginum í Klaksvík gav eitt avlop á 1,5 mkr. Posta hevur í 2013 útreiðsluført fyri 1,5 mkr í uppsagnarlønum í sambandi við tillagingar.

Leypandi styrkir Posta tænastustøðið, og málið er at fáa enn størri úrtøku av okkara infrakervi. Í 2013 kom Posta á marknaðin við nýggjum tænastum, m.a. flutning á netinum og talgildi postkassin Mínboks. Soleiðis mennir Posta nýggjar og betri tænastur til allar viðskiftabólkar.

Tænastan skal mennast samsvarandi tíðarrákinum hvat viðvíkir flutningi, bæði talgildum og vanligum. Sum liður í einum øktum nethandli millum lond sæst ein munandi vøkstur í teimum stóru brøvunum, meðan tey smærru brøvini eru fallandi. Hetta er ein náttúrlig gongd, sum er galdandi í nógvum framkomnum londum. Hetta hevur sett stór krøv til Posta at leypandi tillaga sítt virksemi til broyttu umstøðurnar á marknaðinum.

Tænastan á brævútberingini er styrkt seinasta árið. Brævaflokkarin, sum Posta tók í nýtslu fyri góðum ári síðani, virkar eftir ætlan og hevur gjørt flokkingina av brøvum munandi effektivari.

Tann menning og dagføring av virkseminum, sum Posta hevur framt og hevur ætlanir um at fremja, fer væntandi at viðvirka til jalig úrslit næstu árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder