
Menakhem Ben-Yami í ??strøm
Hetta verður evnið á forvitnisligum fundi í ??strøm á Skálatrøð fríggjakvøldið 8. juli kl.19.30. Framløguna hevur Menakhem Ben-Yami úr Ísrael.
Menakhem er kendur fiskivinnufrøðingur, sum hevur virkað í nógvum londum fyri matvørustovnin hjá ST, FAO.
Í hesum sambandi hevur hann fleiri ferðir verið í Føroyum. Menakhem er føroyavinur um ein háls og hevur eisini fleiri vinir her í Føroyum. Hann er her saman við soninum Roy, sum er vinnulívsmaður. Roy hevur hoyrt so nógv frá pápa sínum um Føroyar, at hann er komin higar við honum í sínum egna flogfari at síggja okkara land. Í ferðalagnum er eisini flogmanningin, tríggir í tali.
Menakhem kennir sum fáur til støðuna hjá jødum og Ísrael. Hann slapp, eins og konan, Hanna, á undrunarsaman hátt undan jødatýningini hjá Hitler.
Eisini hevur hann upplivað alla søguna hjá statinum Ísrael, og hann hevur verið við í øllum bardøgunum har, síðan 1948. Millum annað var hann við til at bjarga seinastu jødunum úr Egyptalandi undir Suezkreppuni í 1956.
Á fundinum fer Menakhem, sum hóast síni 89 ár er væl fyri, at greiða frá síni fatan av støðuni í Ísrael og Miðeystri.
Ein spurningur er, um nakar vegur er burtur úr naggatódnini sum valdar í friðarroyndunum í Miðeystri. Hvat kunnu partarnir, hvør í sínum lagi gera, fyri at bøta um útlitini fyri friði?
Ein áhugaverdur spurningur er eisini, hví royndin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Sharon, at lata Gaza geiran til palistinensarar sum eitt stig móti friði miseydnaðist.
Ein brennandi spurningur er støðan í Sýria. Hvør er loysnin, og hvat er útlitið? Ein annars spurningur er um støðuna hjá Ísrael mótvegis Iran aftaná ta kjarnorkuavtalu, sum gjørd er.
Høvi verður at seta spurningar á fundinum.
Lena og Niclas fara at syngja og ein drekkamuður verður aftaná.
Hetta er ein sjáldsama góður møguleiki at hoyra ein mann, sum veruliga kennir viðurskiftini og sum hevur eina frílynta tilgongd til loysn av støðuni.
Vinafelagið Føroyar-Ísrael
www.shalom.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald