JN

Politiið sóknast eftir manni, ið rann fram við gerningsstaðnum

...

2013-12-03 18:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Politiið sóknast eftir einum miðaldrandi manni, sum kann hava sæð okkurt uttan fyri bústaðin Markalíð 3 í Tórshavn, har tann 61 ára gamli maðurin varð stungin á bústaði sínum mikudagin 20. novembur um kvøldið.

Eitt vitni hevur greitt politinum frá, at hon mikudagin 20. novembur kl. 2205 - 2210 møtti hesum manninum á niðaru gongubreytini á Marknagilsvegi við gernngsstaðið. Vitni gekk út eftir, meðan maðurin, sum sóknast verður eftir, rann á gongubreytini heim eftir Marknagilsvegnum.

Maðurin var í einum vetrarjakka og vanligum klæðum, tað vil siga ikki í renniklæðum, men vitni kundi tó ikki geva eina nærri lýsing av manninum.

Politið vil fegin í samband við henda mannin, fyri at vita um hann kann hava sæð nakað, tá hann rann fram við gerningsstaðnum hetta tíðarbilið.

Bergleif Brimvík

politikommisserur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder