2014-09-04 00:23
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík í nátt við 240 tonsum av gulllaksi, sum er landaður á Kósini og koyrdur til Tavuna í Leirvík til framleiðslu.
Polarhav og Stjørnan byrjaðu túrin sunnanfyri, men fluttu mánadagin norðurum at royna.
Hini gulllaksapørini Vestmenningur/Skoraberg og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin royna ávikavíst vestanfyri og norðanfyri.
Polarhav og Stjørnan fóru nýggjan túr um 18-tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald