JN

Polar Princess kom á Kollafjørð í nátt

...

2019-09-06 08:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stóri grønlendski trolarin Polar Princess kom á Kollafjørð í nátt við góðum 800 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Polar Princess landar veiðuna í Kollafirði, teir hava landað tvær ferðir áður í heyst í Kollafirði.

Nakrir føroyingar eru við Polar Princess, skipari er Leivur á Rógvi úr Vestmanna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder