Vinna

Polar Princess kemur á Kollafjørð í kvøld

...

2015-06-23 11:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski trolarin Polar Princess, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, kemur á Kollafjørð í kvøld, har teir skulu landa 500 tons av heilfrystum toski.

Teir hava hendan túrin eisini landað 850 tons í Norra. Polar Princess hevur verið til fiskiskap í 28 dagar.

Polar Princess fer nú á makrelveiðu við Eystur-Grønland, teir skulu hava eitt flótitrol o.a. trolútgerð frá Vónini, eisini bunkra teir og taka proviant her í Føroyum, áðrenn farið verður á makrelveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder