
Grønlendski frystitrolarin Polar Princess, hevur havt rokfiskiskap seinastu tveir mánaðirnar. Fyrst royndu teir við Vestur-Grønland eftir svartkalva, har fiskaðu teir 1.019 tons av heysaðum svartkalva, sum er 1.529 tons av rundum, tað landaðu teir í Grønlandi. 16. desember byrjaðu teir at fiska tosk við Eystur-Grønland, har royndist eisini avbera væl, teir hava fiskað 1.077 tons av toski, sum er 1.616 tons í rundum, teir landaðu ein part á Hafnafirði beint fyri nýggjár og eru nú á veg á Hafnafjørðin at landa og skifta manning.
Soleiðis sum vit duga at rokna, so hava teir fiskað fyri útvið 70 milliónir hesa tíðina.
Leivur á Rógvi, skiparii sigur við okkum á JN.fo í morgun, at hann ikki áður hevur verið í slíkum rokfiskiskapi eftir toski, toskurin er stórur og væl fyri, nógv livur og góð rogn er í toskinum.
Tað eru 24 mans við Polar Princess.
Við Eystur-Grønland royna nú Tuugaalik, Ilivieq, Sisimiut og Cuxhaven.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald