2013-11-04 19:40
Grønlendski trolarin Polar Amaroq kemur á Kollafjørð í kvøld við 1.300 tonsum av sild, sum verður landað til Faroe Pelagic.
Polar Amaroq hevur roynt norðanfyri í altjóða sjógvi - um somu leið har tey føroysku skipini royna.
Polar Amaroq hevur landað fleiri lastir í Kollafirði í heyst.
Í løtuni landar Tummas T. í Kollafirði, teir verða liðnir um 1 tíðina í nátt og tá sleppir Polar Amaroq framat.
Les eisini: >>Christian í Grótinum landar í Fuglafirði<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald