Vinna

Polar Amaroq kemur á Kollafjørð í kvøld

...

2020-08-22 16:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Polar Amaroq er á veg á Kollafjørð at landa makrel, teir verða á Kollafirði millum kl 7 og 8 í kvøld.

Polar Amaroq hevur roynt í altjóða sjógvi, langt norður úr føroyska markinum.

Christian í Grótinum hevur landað til Faroe Pelagis, teir hava loyst av Kollafirði, so Polar Amaroq sleppit framat beinanvegin teir koma inn.

Polar Princess hevur landað frystan makrel í Kollafirði, teir eru fyri løtu síðan eisini farnir avstað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder