Vinna

Polar Amaroq hevur landað 950 tons í Kollafirði

...

2013-11-30 16:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendska uppisjóvarskipið Polar Amaroq hevur landað 950 tons av sild í Kollafirði. Teir byrjaðu at landa í gjár og eru júst nú liðnir at landa. Sagt verður frá nógvum vindi í kvøld, so Polar Amaroq bíðar við at fara nýggjan túr, til veðrið batnar aftur.

Trý føroysk uppisjóvarskip royna eftir svartkjafti sunnanfyri, tey eru Næraberg, Fagraberg og Finnur Fríði. Eisini er íslendska skipið Jón Kjartansson á leiðini har føroysku skipini royna.

Skipini royna á uml. 60N og 6V.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder