JN

Pól Johannes í Horni við familju

...

2017-04-14 22:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Pól Johannes Mikkelsen (1822-1875) var uppsitari á Hornagarði 1853-1867. Hann hevði siglt við Karen Knudt og Royndini hjá Mikkjali í Kristnastovu í Havn og var skipstimburmaður. Hann róði eisini út og avreiddi til Restorffs handil. Hann var eisini í Danmark og lærdi landbrúk 1851-1853. Tá ið hann kom heimaftur, gjørdist hann uppsitari á amtmansgarðinum í Álakeri og giftist við Súsonnu Mariu Joensdatter. Hann varð nevndur Pól Johannes í Horni, og tá ið hann bygdi hús í Sandavági í 1868, flutti Hornanavnið í Havn vestur við. Hann var í 1859/60 ein teirra, ið gjørdi katólsku kirkjuna hjá Bauer presti við Rættará. Pól Johannes kleiv sjálvur annar upp í Trøllkonufingur í 1844, tá ið Fríðrikur Krúnprinsur var í Føroyum. Fotomyndin er av Pól Johannesi Mikkelsen, Súsonnu Mariu Joensdatter og báðum synunum. Myndin man vera tikin umleið 1867. Pól Johannes tók við Bótólvsfestinum 2 m í Gásadali 6. jan. 1869.

Kelda: Gamlar myndir úr Havn (Jónleif Joensen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder