2015-07-20 11:29

Línuskipið Pison kom á Klaksvík seinnapartin í gjár við 130.000 pundum, sum teir í dag landa á Kósini, meginparturin er longa og brosma.
Teir fingu meginpartin á ringa botninum sunnanfyri, har teir høvdu 8 setur, tríggjar teir seinastu dagarnar royndu teir á Sandoyarbankanum, men tá kom ikki so nógv burturúr.
13 mans hava verið við Pison hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald