Vinna

P/F Vest Pack: Framhaldandi stórt avlop

...

2015-06-17 02:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Business-Line skrivar:

Eins og mong undanfarin ár kann stóra framleiðsluvirkið av pakkitilfari, P/F Vest Pack í Vestmanna, framleggja ein roknskap við sera góðum úrsliti.

 
Ársúrslitið 2014 gjørdist slakar 9 mió kr. Tá skatturin slakar 1,7 mió er goldin lógu 7,3 mió kr eftir niðast á botnlinjuni. Hetta er eitt vet hægri enn undanfarna ár.

??rslitið 2014 er nakað hægri enn undanfarna ár og kemst hetta av væl hægri bruttoúrtøku.
Í leiðslufrágreiðingini verður m.a. sagt, at í 2014 er parturin av søluni uttanfyri Føroyar øktur nógv og er í dag ein munandi partur av virkseminum hjá felagnum.

Herda kappingin ger tó, at úrslitið áðrenn fíggjarpostar ikki er hækkað í sama mun sum í undanfarin ár. Leiðslan væntar, at herda kappingin kemur at halda fram í 2015 og at úrslitið í inniverandi ári verður heldur lakari enn í 2014. Gongdin hjá felagnum er tætt knýtt at gongdini í fiskivinnuni í síni heild.

Leiðslan er væl nøgd við úrslitið í 2014 og hevur samtykt at útluta 6 mió kr til eigararnar í vinningsbýti.

Fíggjarjavnin við árslok 2014 var góðar 55 mió kr og eginognin var 21,5 mió kr, svarandi til 39,3 %.

Meðaltalið á starvsfólkum í 2014 var 20.

Sí vinnuskránna hjá P/F Vest Pack her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder