Vinna

P/F Varðin Pelagic: 41 mió í avlopi annað árið á rað

...

2015-06-05 22:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Business-line.fo:

Alt bendir á at árið í fjør var eitt av teimum heilt góðu hjá føroysku uppsjóvarvirkjunum
Fyrr í vár kunngjørdi nýggjasta føroyska uppsjóvarvirkið P/F Pelagos í Fuglafirði, sína ársfrásøgn fyri seinasta ár, ið eisini var fyrsta roknskaparárið hjá felagnum. Ársúrslitið var 12,5 mió áðrenn skatt. Tá havt verður í huga, at virkið bert var í vinnu í góðar 4 mánaðir 2014, vóru eigarar og leiðsla nøgd við hetta úrslitið.
Í dag hevur stóra uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, P/F Faroe Pelagic, kunngjørt sína ársfrásøgn fyri farna ár og ikki kann sigast annað enn at gongdin er sera nøktandi.
Felagið kom rættiliga í gongd í 2013 tá sølan kom upp á 627 mió kr. Hóast sølan í fjør minkaði nakað í mun til undanfarna ár, kundi felagið tó halda avlopið á sama støði sum undanfarna, svarandi til 41 mió kr áðrenn skatt.
P/F Varðin Pelagic hevur heimstað á Tvøroyri og framleiðir lidnar vørur úr uppsjóvarfiski.
Fiskasløgini eru makrelur, sild, svartkjaftur og lodna. Meginparturin av framleiðsluni fer til matna.
Felagið hevur egna søludeild og hevur staðfest sína støðu sum ein av stóru útflutningsfyritøkunum í Føroyum.
Sølumarknaðirnir eru Rusland, Europa,Asia og Afrika,
Starvsfólkatalið hjá P/F Faroe Pelagic er umleið 170.
Eginognin við árslok 2014 var 170 mió kr.
Sí vinnuskránna hjá P/F Faroe Pelagicher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder