2014-08-29 16:08
Vinnuvitan.fo skrivar: Árið 2013 royndist væl hjá P/f Sandavágs Timburhandil.
Timburhandilin í Sandavági gav eitt avlop áðrenn skatt uppá 1,9 mió.kr. í 2013. Hetta er samstundis nógv tað besta árið hjá felagnum síðani 2006, tá timburhandilin hevði eitt avlop uppá 2,1 mió.kr. áðrenn skatt.
Bruttovinningurin var 5,6 mió.kr., sum er 2,2 mió.kr. meir enn í 2012, tá hann var 3,4 mió.kr.
Lønarkostnaðurin hjá Sandavágs Timburhandil var 2,2 mió.kr. í 2013, og svarar hetta til um 6 starvsfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald