2014-01-17 21:01
Á tíðindafundinum, sum var hildin í Miðlahúsinum, um tollmálið, gekk fram, at P/f N. Niclasen ongantíð hevur fingið boð um, at tollkreditturin var uppsagdur, uppsøgnin var bara send til avgreiðsluna hjá Skipafelagnum í Sørvági. Eisini gekk fram, at bæði Tollvaldið, Skipafelagið og P/f N. Niclasen arbeiddu út frá, at tollkreditturin var galdandi.
Sí myndir frá tíðindafundinum við at trýst her.
Eisini varð sagt á tíðindafundinum, at tollskuldin var niðurgoldin t.v.s. at tollur varð goldin av øllum vørðum og meira afturat - ímeðan Jørgen Niclasen var stjóri í P/f N.Niclasen.
Landskassin misti íalt uml. kr. 50.000,- uppá tollkredittin hjá P/f N. Niclasen.
VIÐ AT TRÝSTA HER ber til at síggja frágreiðingina hjá Christian Andreasen, advokati.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald