Petur Elias Petersen, forseti, greiddi frá virkseminum seinasta árið. Millum annað nam hann við oyggjaleikirnar á Bermuda í fjør og arbeiðið at fáa oyggjaleikirnar til Føroya aftur. Eisini greiddi hann frá um skrásetingarskipanina, Askur, sum ger tað lættari hjá ítróttafeløgum kring landið at umsita síni limaviðurskifti og innkrevja limagjald. Eisini var greitt frá nýggju skipanini, ??rval, sum kemur at veita stuðul til virksemið hjá føroyskum úrvalsítróttafólkum.
Síðani vóru broytingar í eystulóg ÍSF á skránni. Hesar skulu eftir ætlan dagføra bygnaðin í felagskapinum og m.a. gera nevndararbeiði meira smidligt. Lógarbroytingarnar vórðu samtyktar við 33 atkvøðum fyri og 8 ímóti.
At enda var nevndarval á skránni. Í ár stóð forsetin fyri vali. Petur Elias Petersen varð afturvaldur sum ÍSF-forseti fyri eitt fýra ára skeið uttan mótvalevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald