Politikkur

Pedagogfelagið: Forskúlastørvini eru enn óflokkað

...

2014-07-10 18:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Pedagogfelag virðir avgerðina hjá Fasta Gerðarættinum og hevur avlýst stríðsstigini, men felagið skilir ikki niðurstøðuna í úrskurðinum, sum sigur, at størvini longu eru flokkað. Forkvinnan heitir á limirnar um at hugsa seg væl um, áðrenn teir søkja størv í forskúlunum.

Hóast Føroya Pedagogfelag hevur avlýst blokaduna móti landssins forskúlum og arbeiðsstegðin, ið skuldi verða, tá nýggja skúlaárið byrjar, so heitir felagið á sínar limir um at hugsa seg ógvuliga væl um, áðrenn tikið verður við størvum í forskúlunum.
???Vit virða sjálvandi avgerðina hjá gerðarrættinum, men vit eru grundleggjandi ósamd í grundarlagnum undir úrskurðinum hjá honum. Eftir okkara sannføring eru størvini ikki umfatað av nøkrum sáttmála og harvið heldur ikki flokkað. Hesa somu støðu hevur KAF eisini havt í samráðingunum við Pedagogfelagið. Vit eru tí komin í eina sera óhepna støðu viðvíkjandi virðurskiftunum hjá námsfrøðingunum í forskúlunum, og tí mæla vit teimum til at hugsa seg ógvuliga væl um, áðrenn teir søkja størv har???, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Fríggjadagin skelkaði Fasti Gerðarrættur Føroya Pedagogfelag, tá rætturin bar seg óvanliga skjótt at og ??? sambært felagnum ??? uttanum fyriskrivaðar mannagongdir segði dóm í málinum um stríðsstigini hjá móti forskúlunum.

??skiljandi niðurstøða
Stríðsstigini hjá Føroya Pedagogfelag eru óheimilað, sigur úrskurðurin hjá Fasta Gerðarætti, og tí vóru stríðsstigini eisini avlýst beinanvegin, tá úrskurðurin varð sagdur. Men tað merkir ikki, at Pedagogfelagið skilir úrskurðin og niðurstøðurnar í honum, tað ger felagið als ikki, leggur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag dent á.
Felagið góðtekur als ikki grundarlagið undir dóminum, nevniliga at størvini í forskúlunum longu vóru lønarflokkað samsvarandi sáttmálanum fyri pedagogarnar á dagstovnunum, tí forskúla-námsfrøðingarnir í nøkur ár eru løntir eftir hesum sáttmála, og tí ongin nýggj áseting var gjørd um hetta, tá nýggj sáttmálasemja varð gjørd í januar í ár.
?????rskurðurin sigur, at royndarverkætlanirnar, sum Mentamálaráðið hevur givið ávísum kommunum loyvi til at royna, eru galdandi skipanir. Hesum eru vit rúkandi ósamd í, og tað er júst av somu orsøk, at vit hava samráðst við KAF um hesi størv. Vit vistu at kunngerðin, sum er lógarheimildin hjá kommununum at seta á stovn forskúlar, fór at vera lýst, og tí játtaðu vit, at limir okkara arbeidddu har, meðan tingingarnar vóru um teirra lønar og arbeiðsviðurskifti???, sigur Maud Wang Hansen.
Hvørki Føroya Pedagogfelag ella Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, sum er mótpartur í forskúlatrætuni, hava tó verið av tí fatan, at størvini longu vóru flokkað. Og júst tí hava tey verið í einari samráðingartilgongd um hesa flokking. Stríðsstingini vórðu tikin, tá henda gongdin steðgaði upp.
Føroya Pedagogfelag sendi longu mánadagin kæru til nevndina fyr Fasta Gerðarræt um brotini á fyriskrivaðu mannagongdirnar, ið felagið heldur vera gjørd undir viðgerðini í gerðarrættinum. Eisini hevur Pedagogfelagið heitt á formansskapin í Fasta Gerðarrætti um av somu orsøk at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð við luttøku av øllum gerðarrættardómarunum. Í triðja lagi umhugsar Pedagogfelagið at stevna úrskurðin inn fyri Føroya Rætt við kravi um ógildan vegna formlig brek í viðgerðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder