Mentan

Páskastevna á Glyvrum og Toftum

...

2014-04-11 22:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við yvirskriftini ???Hann livir ??? og vit skulu liva??? verður í døgunum 18.-21. apríl páskastevna í missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum og í Tabor á Toftum. Fyriskiparar eru Tabor á Toftum, missións- og ungdómshúsið á Glyvrum, missiónshúsið í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði.

Langa fríggjadag verður møtið í missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum, og hinar tríggjar dagarnar verða møtini í Tabor á Toftum.

Byrjað verður langa fríggjadag klokkan 21:00 við ungdómsmøti, sum verður á Glyvrum. Tað verður Margeir Toftegaard, sum talar, Heðin Askham luttekur við sangi, og ein dramabólkur úr húsinum luttekur eisini. Eftirmøti verður seinni um kvøldið.

Frá páskaaftan og til 2. páskadag verða møtini í Tabor á Toftum. Stóri salurin í húsinum er nýliga umvældur, so karmarnir verða serstakliga góðir til møtini. Páskaaftan talar Jóhan Henriksen, og Glyvra streingjakór syngur. Seinni um kvøldið verður lovsangsløta. Páskadag talar Andreas Andreasen, og manskórið úr Rituvík syngur. 2. páskadag talar Árni Jacobsen, og Taborkórið og eitt stórt felagskór luttaka hetta kvøldið við sangi. ??ll møtini í Tabor verða klokkan 19:00. Meðan møtini eru verður skipað fyri barnaansing.

Meðan møtini eru og eftir møtini er møguligt at fáa samtalu og forbøn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder