
Hiddenfjord søkir starvsfólk til smoltframleiðsluna á Fútakletti
Vit sóknast eftir starvsfólkum sum eru fús at taka ábyrgd og hava áhuga at luttaka í framleiðsluni á smoltstøðini. Tú verður partur av okkara framleiðslutoymi, sum áhaldandi arbeiðir við trivnaðinum hjá fiskunum, har nýhugsan og góðskutrygging eru í hásæti.
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um
- røkt av fiski
- at vera við til flyting, skiljing, koppseting og útkoyring av laksasmoltum
- røkt og eftirlit við reinsiverkunum
- vera partur av eini vaktarskipan
Dentur verður lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar verða loystar við nærlagni og effektiviteti.
Vit vænta, at tú hevur
- áhuga í og áræði at arbeiða við bæði fiski og reinsiverkunum
- telduførleikar á brúkarastøði
- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- førleikar til at loysa praktiskar uppgávur
Viðkomandi arbeiðsroyndir ella ein handalig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at virka í einum framfúsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.
Løn- og setanartreytir verða ásettar eftir avtalu við leiðsluna. Vit miðja eftir at seta størvini sum skjótast. Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera Hiddenfjord í hendi í seinasta lagi 15. juni 2021 og skulu sendast til [email protected]
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Inga Joensen leiðara á smoltstøðini á telefon +298 213257.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald