Partafelagið Líraberg hevur stevnt eftir 750.000 kr., men Fiskimálaráðið krevur frídøming.
Partafelagið Líraberg, sum fyrst í mai stevndi Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri mista inntøku av makrelfiskiskapinum í fjør, hevur fingið svar frá Fiskimálaráðnum, men felagið góðtekur ikki svarið, og tí endar málið í rættinum.
Í svarinum til partafelagið Líraberg sigur Fiskimálaráðið, at kunngerðin um at skipa fiskiskapin eftir makreli í fjør var lóglig, og tí krevur Fiskimálaráðið frídøming. Partafelagið Líraberg góðtekur ikki svarið, og vil hava rættin at døma í málinum. Partafelagið Líraberg hevur stevnt eftir 750.000 kr. í endurgjaldi fyri bátin og teir tríggjar menninar, sum eru við bátinum.
Felagið krevur, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í fjør.
108 bátar i samtakinum
Tað vóru 108 útróðrarbátar í samtakinum Sjófeli, sum ikki fekk atgongd til makrelveiðuna í fjør, tí sambært uppgerðini hjá Fiskiveiðueftirlitinum fiskaði tann bólkurin ongan makrel, hóast teir halda seg eiga rætt til sín part av tilfeinginum. Treytirnar, sum útróðrarflotin fekk í fjør, vóru so vánaligar, at flotin ikki fiskaði ein stert av makreli.
Og fyri í ár er støðan einki øðrvísi. ??tróðrarbátarnir fingu onga makrelkvotu í ár heldur, hóast teir halda seg hava rætt til sín part.
Nær málið verður viðgjørt í rættinum, er ikki greitt enn, tað skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald