JN

Mangul uppá parkeringspláss við Handilsskúlan

...

2014-01-18 03:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við at nýggji skúladepilin í Marknagili skal byggjast, so tekur Landsverk parkeringspláss frá næmingum og lærarum á Føroya Handilsskúla í Havn, teir hava longu tikið fleiri pláss vestanfyri skúlan. Teir ætla at minka talið av parkeringsplássum frá 120 niður á 60 pláss. Men tad vil Kiran Jóanesarson formaður í næmingaráðnum á Føroya Handisskúla ikki hoyra talan um tá ið vit tosaðu vid hann í dag, tí sum nú er so standa eini 150 bilar, ið eru knýttir at skúlanum dagliga uttanfyri skúlan, vit minnast helst fleiri, tá ið eldur kom i ein bygning i hoydølum og brandbilurin slapp ikki framt at fyri parkeraðum bilum, vit hava skúlaheimi hjá tekniskaskúla beint vid skúlan hja okkum, og vilja helst fyribyrgja at nakað slíkt skal henda aftur. Tí arbeiðir næmingaráðið fyri at faá nýggju parkeringsplássini sum skjótast. Tað vil so við øðrum orðum siga, at næstan 2/3 verða noydd at parkera bil sín ólógliga.

Í skjali frá einum fundi tann 16-01-2013, t.v.s -fyri einum ári síðani, stendur at arbeiða eftir ætlan skuldi fara í gongd í mai í 2013 og vera liðugt í novemer í 2013, har stóð millum annað ???Í skeiði 1 verður parkeringspláss gjørt á eystara parti á økinum omanfyri skúlaheimi, og innkoyring frá ringvegnum til hetta???, men sum myndirnar vísa, er arbeiði ikki fari í gongd enn.

Eisini skal innkoyringin vestanfyri skúlan steingjast, og forðingar skulu setast upp frá skúlanum og vestureftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder