Politikkur

Parkeringshús í miðbýnum er ongin góð loysn

...

2021-07-19 10:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grannalagið Tinghúsvegur ??? Kongagøta ??? Tungugøta og Lucas Debesargøta finst at ætlaðu byggingini avparkeringshúsi á økinum millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu, sum tykist hava verið í umbúna leingi.Tórshavnar býráð hevur at kalla einmælt samtykt at broyta byggisamtyktirnar á nevnda øki.

Grannalagið hevur ta fatan, at hetta er eitt ógvusligt inntriv, sum í øllum førum hevur fyri neyðini einaumhvørvis-árinskanning (VVM-redegørelse), tvs. eina meting av umhvørvinum, av sjálvari ætlanini, avbyggiskránni og byggiætlanini, sum kann fáa munandi árin á umhvørvið millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu,millum Niels Finsens gøtu og Tinghúsvegin, og harnæst Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu, sum eru í samaumhvørvi. Í stuttum ynskja vit eina árinsmeting og harafturat eina heildarmeting av omanfyri nevndaumhvørvi, soleiðis at ein verulig heildarfatan av økinum kemur fram við teimum virðum, umhvørvið umboðar.

 Børnini og barnafamiljurnar

Seinnu árini eru fleiri og fleiri barnafamiljur fluttar oman í miðbýin. Hetta hevur skapt nýtt lív í miðbýnum,og hetta hevur havt við sær, at børn dagliga ferðast á Tinghúsvegnum, í Tungutøtu, Niels Finsensgøtu,Kongagøtu og yvir til Grasagarð. Hetta áttu myndugleikarnir at fegnast um. Men ferðslan í miðbýnum er stór,og við einum nýggjum og stórum parkeringshúsi fer ferðslan at fleirfaldast og hava skaðiliga ávirkan átrivnaðin í økinum - serliga fyri børnini. Spurningurin er einfaldur: skulu vit hava ein miðbý fyri børn ogbarnafamiljur? Ella skulu vit hava ein miðbý fyri bilar? Svarið er einfalt. Vit viðurkenna, at miðbýurin hevuravbjóðingar í mun til parkering. Men at leggja eitt parkeringshús mitt í einum øki, sum longu er trongt ogsmælt, er eingin góð loysn. Heldur átti onnur loysn at verið funnin, sum longu verður nýtt til parkeringsøki,t.d. Skálatrøð. 

Talið á akførum er uml. 41.000. Tað boðar ikki frá góðum, at enn fleiri bilar skulu førast inn í trongu gøturnarí miðbýnum. Eigur býurin ikki heldur at raðfesta eitt enn betri busssamband? Ella at víðka um talið avparkeringsplássum í økjum, sum longu verða brúkt sum parkeringsøki? Tórshavnar kommuna hevur í fleiriumførum ynskt at tálma ferðsluna í miðbýnum. Kommunan hevur eisini fegnast um, at fólk við børnum búgvaí miðbýnum og skapa lív og rørslu í økinum. Men nýggja ætlanin fer beint ímóti hesum signalum. 

Broytta byggisamtyktin fyri økið millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu hevur til endamáls at fáa enn fleiri bilarinn í trongar gøtur og vegir. Tað fer mest sannlíkt at skapa ferðsluóskil. Tað verður kinkur í ferðsluni íBøkjarabrekku, Niels Finsens gøtu, í Lucas Debesargøtu, fyri ikki at tala um í sjálvari Kongagøtuni og inni í 2Tungugøtu. Vit meta snøgt sagt ikki, at tað er ráðiligt at byggja eitt parkeringshús við so nógvumparkeringsplássum mitt í einum av trongastu býarpørtunum í býnum.

Søgan

Talan er eisini um partar av teimum søguligu útstykkingunum og býlingunum av Vaglinum og niðan íSjúrðargøtu, norðanfyri Finsen, sum komu í tíðini frá 1870-árunum og fram til 1930-árini, og sum skaptu fínog góð grannaløg í tí nýggja býnum uttanfyri ta gomlu Havnina millum Eystara- og Vestaravág. Hesin miðbýurmyndar sanniliga Havnarbý í dag, Ingutrøð, Lucas Debesar gøtu, Konga- og Tungugøtu, Tinghúsvegin ogNiels Finsens gøtu. Í ???Tórshavnar býatlas ??? hús og býarumhvørvi??? (Tórshavnar kommuna 2007) verður víst tilTinghúsvegin og Niels Finsens gøtu, ávikavist bls. 19 og 20, sum eru tættir í býarumhvørvinum, sum havavirði fyri Havnina og fyri miðbýin.

Parkeringshúsið fer ímóti samgonguskjalinum 

Hvørjum tænir Tórshavnar Býráð? Tað tykist sum um, at eigarin av nevnda øki, sum ikki er borgari og tí heldurikki skattaborgari í Tórshavnar kommunu, fær vælvildina frá kommununi. Tórshavnar býráð eigur í staðin atrøkja áhugamálini hjá borgarunum í høvuðsstaðnum. Í Samgonguavtaluni, dagfest tann 31. desember 2020,nevnt ???Býráðið fyri borgaran???, vil býráðssamgongan 

- skapa fólkaræðisligan nærleika, so borgarar kenna seg hoyrd og vird, tá kommunan tekur avgerðir 

???politiskt og fyrisitingarliga ??? sum ávirka liviumstøður teirra og gerandisdagin 

Býráðsamgongan vil 

- standa saman um vælferðina og trivnaðin í kommununi 

Býráðsamgongan ásannar, at 

- Bústaðurin er miðdepilin hjá familjuni, savningarstaðurin fyri trivnaði og menning og maskinrúmiðí familjulívinum 

Býráðssamgongan vil 

- byggja grønari og klókari, og varðveita serstaka dámin í kommununi við grønum økjum ogfrílendum 

Býráðssamgongan vil 

- gera betur skipað ferðslu- og parkeringsviðurskifti í miðbýnummen vil eisini 

- gera tað smidligari og meira lokkandi at súkkla og brúka bussar 

Grannalagið tekur undir við teimum flestu av hesum visjónum. Men ætlanin at byggja nýtt parkeringshús er ístríð við visjónina um at styrkja trivnaðin í miðbýnum. ??tlanin fer eisini ímóti ambitiónini at byggja grønt ogvarðveita dámin í býnum og at fáa fleiri at súkkla og brúka bussarnar. 3 

Hvørji eru fakligu atlitini í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu í mun til býarheildina og trivnaðin ímiðbýnum - ikki minst fyri børnini, sum búgva í økinum, og sum framyvir skulu navigera í einum umhvørvivið alsamt meiri intensivari ferðslu? Og hvat við øðrum fagurfrøðiligum atlitum? Grannalagið ynskir ikki, atmálið gerst ein nýggj Karlamagnusarbreyt, sum er eitt dømi um vánaliga býarskipan og vantandi planlegging

Grannarnir og avleiðingar av broyttari byggisamtykt 

Í niðara borði á Tinghúsvegnum fer ætlaða byggingin at skugga fyri hjá teimum, sum har búgva. Eittskuggadiagram, og ikki ein pilkað og villleiðandi myndgjørd lýsing av einum sjónligum inntrivi, hevðisomuleiðis víst, hvussu illa næstu grannar hjá einum p-húsi verða viðfarnir. ??tlaða byggiætlan fer enntá inn áognirnar hjá grannum, uttan at nakar myndugleiki hevur verið á gátt, og uttan at nøkur kunning hevur verið.Hetta er ikki góður fyrisitingarligur ella politiskur siður. 

 Í samband við staðsetingina av einum parkeringshúsi eru tveir tættir sera týdningarmikilir. Tann fyrri erstaðsetingin sum heild, og tann seinni hvørji árin byggingin hevur á umhvørvið. Tískil er tað seratýdningarmikið, at ein umhvørvis-árinskanning verður gjørd, sum væl og virðiliga lýsir, hvørji árin ætlaninhevur bæði á býin og býarlívið sum heild, men eisini á nærumhvørvið og grannalagið. Ein slík kanning kundim.a. viðgjørt hesar spurningar: 

Staðseting: 

1. Hvat er plásstørvurin? 

2. Hvar er komandi brúkarin, tvs. uttanbýggja fólk, fólk sum arbeiðir í býnum ella fólk sum búgva íbýnum, fólk sum skulu handla í býnum? 

3. Hvar er rætta staðseting av meira parkering í mun til innkomuvegir? 

4. Hvar er rætta staðseting av meira parkering í mun til atkomu?

 5. Hvar er rætta staðseting í mun til plásstørv? 

6. Hvar er rætta staðsetingin í mun til ætlaða brúkaran? 

Nærumhvørvið: 

1. Støddin á bygninginum í mun til stykkið 

2. Støddin á bygninginum í mun til byggingina í økinum, har bygningurin verður staðsettur. 

3. Nýtslan av bygninginum og ávirkanin á grannalagið av hesari. 

4. Nøktandi fríøki kring bygningin. 

5. At fastleggja møguligar dálkingar frá bygninginum og nýtslu tess. Til dømis umhvørvisdálking,ljósdálking og ljóðdálking. 

6. Hvørjar beinleiðis ávirkan hevur byggingin á granna ognir, so sum skuggadiagramm. 

7. Hvør verður ferðsluávirkanin á grannaløg. 

8. Grannahoyring  

Í mun til ætlanina, sum fyriliggur, er tað als ikki nøktandi, at byggivaldið og kommunan tekur eina avgerð umat broyta byggisamtyktina uttan at taka borgararnar upp á ráð. Tað er ikki ráðiligt at byggja einparkeringskjallara við so nógvum p-plássum í einum av teimum trongastu býarpørtunum í býnum. Tá varfrægari, at byggiharrin helt seg til verandi byggisamtykt og bygdi tað, sum hendan loyvir.Sambært tekningum, sum fylgja við uppskotinum til parkeringskjallaran, so er tann samlaða víddin ágrundøkinum 1.506 m². 

Við hesari vídd, er tað møguligt at byggja: 

Størsta vídd í mun til byggistig: 0,6 x 1.506 m² = 903 m² 

Størsta vídd í mun til nýtslistigið: 1,3 x 1.506 m² = 1.958 m². 

Hetta vísur, at um byggiharrin ynskir at byggja ein bygning við so stórari grundvídd sum til ber, kann hannbyggja ein bygning í 1, 2, 3 ella 4 hæddum við hesum grundvíddum: 

1. Við einari hædd verður grundvíddin 903 m² 

2. Við tveimum hæddum verður grundvíddin: 903 m² 

3. Við trimum hæddum verður grundvíddin: 653 m² 

4. Við fýra hæddum verður grundvíddin: 490 m² 

Vit meta at hetta meira hóskiligt fyri hendan partin av býnum, í mun til at hava ein bygning við 8 hæddum viðeinari grundvídd sum er:     1243 m² 

Grannarnir ynskja samskifti við Tórshavnar býráð 

Fólkasamansetingin í miðbýnum er ein samanrenning av gomlum slektum, sum hava verið her í fleiri ættarlið,og nýggjum familjum, sum hava valt at búseta seg her, hóast partar av miðbýnum eru trongir og smáir. Hertrívast fólk. Her ynskja vit at búgva, uttan at gerandislívið skal standa fyri so ógvusligum broytingum, sumætlaða parkeringshúsið fer at hava við sær. Býarskipanin og byggimyndugleikin ger eitt alt ov stórt inntriv íhendan partin av høvuðsstaðnum. Hetta kann hugsast væl betri. Her finnast frægari loysnir. Her búgva børn,sum hava rætt til eitt barnavinarligt umhvørvi. 

Grannalagið vil fegin samskifta við Tórshavnar býráð og fakligu fyrisiting kommunurnar um framtíðina íokkara býlingi og grannalagi, og um trivnaðin hjá húskjum og millum húsa. Her er gott at búgva. Her trívastfólk, og her ynskja vit okkara lív og tilveru. 

Vinaliga, 

Býlingurin ???Tinghúsvegur niðara borð ??? Kongagøta ??? Tungugøta og Lucas Debesargøta???Erland Viberg Joensen og Eyvind Akraberg Hansen. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder