2014-01-14 19:21
Talgildir roknskapir til myndugleikarnar frá 2014
Frá 1. januar 2014 skulu allir roknskapar- og skattaupplýsingar, sum verða latnir TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovuni latast inn talgilt sum PDF-fíla. Pappír verður ikki longur góðtikið, tað verður roknað sum ógildugt.
1. januar í ár kom í gildi kunngerð, sum ásetur, at allir roknskapir, sum verða latnir TAKS í samband við skattliga ársuppgerð, skulu latast inn talgilt í PDF sniði og umvegis Vinnugluggan.
Kunngerðin er partur av eini verkætlan við heitinum eRoknskapur, sum Fíggjarmálaráðið koyrir, men sum eisini fevnir um upplýsingar til Hagstovuna og Skráseting Føroya. Endamálið við verkætlanini er at effektivisera umsitingina og betra um møguleikarnar fyri neyvari upplýsingum, eitt nú til nýtslu í eftirlitum og hagtølum. Verkætlanin skal ætlandi koma á mál í 2016, soleiðis at allir roknskapar- og skattaupplýsingar, sum feløg, felagsskapir og virkir lata myndugleikunum, verða talgildir, standardiseraðir og savnaðir í eini databasu.
Feløg og felagsskapir lata inn í Vinnuglugganum
Áður hava feløg og felagsskapir latið eintøk av roknskapar- og skattaupplýsingum til TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovuna hvør sær, men við hesi verkætlanini verða upplýsingarnir latnir inn á einum stað, nevniliga Vinnuglugganum, sum so sendir víðari til viðkomandi stovnarnar.
Virkir og einstaklingar lata inn við eSkatt
Virkir og einstaklingar skulu eisini framyvir lata sínar roknskapir til TAKS inn talgilt og sum PDF fíla, men tey skulu lata inn umvegis eSkatt, samstundis sum tey lata sjálvuppgávuna inn.
Verkætlanin eRoknskapur er ein trý ára verkætlan. Innlatingin við PDF fílu er bert fyrsti liður. Í 2015 og 2016 verða víðari stig tikin við m.a. standardiseringum av uppsetingini av roknskapum og einum serligum forriti, sum skal nýtast til at lata inn við. Meir kunning um verkætlanina fæst á taks.fo
Meir kunning um eRoknskap er at finna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald