Vinna

Palli hjá Mariannu hevði 100 mió í avlop í 2019

...

2020-07-07 09:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
2019 gjørdist eitt gott ár hjá P/F Palli hjá Mariannu í Klaksvík, felagið hevði 99,5 mió. kr. í avlop eftir skatt. ??rslitið í 2018 var 37,2 mió. kr. í avlop.

Høvuðsvirksemið felagsins í roknskaparárinum hevur verið at umsitið feløgini:
P/F frá 5. juni 1992: Høvuðsvirksemið er at eiga partabrøv í P/F Christian í Grótinum og P/F Hvalnes.
P/F Christian í Grótinum: Høvuðsvirksemi er at reka M/S Christian í Grótinum.
Sp/f frá 27. juni 2007: Hevur einki virksemi í løtuni.
P/F Hvalnes: Høvuðsvirksemið er at reka M/S Norðborg.
Sp/F Amarant: Høvuðsvirksemið er at reka bakarí.
Larsen Danish Seafood GmbH: Høvuðsvirksemið er eitt niðursjóingarvirki í Týsklandi.

Ársúrslitið fyri 2019 er 99.553 tkr. og er hetta ein hækking í úrslitinum upp á 62.310 tkr. í mun til 2018, tá ið úrslitið var 37.243 tkr.

Sølan lækkaði við 139,529 tkr úr 579.761 tkr. í 2018 til 440.232 tkr. í 2019.

Høvuðsorsøkin til at sølan er lækkað er, at sølan í niðursjóðinvarvirkseminum í Týsklandi lækkaði við umleið 164.000 tkr. Veiðuvirði lækkaði við 16.959 tkr. og kom hetta serliga av lægri makrel kvotu í 2019 í mun til 2018. Harumframt er munur á ikki staðfestum vinningi á goumslu við ársenda 2019, sum ávirkar veiðuvirði positivt við 39.666 tkr.

??treiðslunar lækkaðu við 141.139 tkr. úr 357.450 tkr. í 2018 til 216.311 tkr. í 2019. Stórsta einstaka lækkingin kom av lægri útreiðslum av niðursjóðingarvirkseminum í Týsklandi sum lækkaði við 152.113 tkr. Hinvegin øktust útreiðslurnar til viðlíkahald við 5.600 tkr.

Starvsfólkakostnaðurin lækkaði við 32.539 tkr. til 126.667 tkr. í 2019. Høvuðsorsøkin til hesa lækking er lægri lønarútreiðslur í niðursjóðingarvirkseminum í Týsklandi sum lækkaði við 29.584 tkr.

??rslitið áðrenn rentur gjørdist 68.412 tkr, sum er 49.053 tkr. hægri enn í 2018. ??rslitið fyri 2018 var nógv ávirka av negativa úrslitinum av virkseminum í Týsklandi.

Netto inntøkurnar frá fíggjarligum pistum í 2019 gjørdist 52.876 tkr. sum er 21.132 tkr. hægri enn í 2018.

Í 2019 hevur felagið goldið 48.720 tkr. í tilfeingisgjaldið og 2.204 tkr til trygdargrunnin. Umframt hetta skal felagið gjalda 19.489 tkr. í partafelagsskatti. Samanlagt hevur felagið útreiðslur á 70.413 tkr. til skatt og avgjøld í 2019.

Rokna verður við, at úrslitið fyri 2020 eisini verður positivt.

Felagið hevur í árinum gjørt íløgur fyri 16.790 tkr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder