Tíðindaskriv
Pallborðsfundur um skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum
Leygardagin 15. mars skipar Blái Krossur Føroya fyri pallborðsfundi í ??saskúlanum í Klaksvík har evnið ???Skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum??? verður viðgjørt. Politikari, sálarfrøðingur og læknar manna pallborðið
Pallborðsfundurin verður í ??saskúlanum í Klaksvík leygardagin klokkan 16. Spurningarnir, ið verða settir við pallborðið, eru: ???Hvørjir skaðar eru av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum ??? likamliga, sálarliga og sosialt? Hvat vil samfelagið og politiski myndugleikin gera á hesum økinum????
Pallborðsluttakarar eru Birni Hansen, lækni á Blákrossheiminum, Annbjørg á Høvdanum, sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, og Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum.
Blái Krossur vil við hesum pallborðsfundinum varpa ljós á, at tað eru nógv í okkara landi, ið á ein ella annan hátt kenna til skaðaárin av rúsdrekka ella rúsevnum ??? annaðhvørt tí tey sjálvi hava verið ella eru misbrúkarar, ella tí tey liva tætt upp at onkrum, ið er ella hevur verið misbrúkari.
??tanin er eisini at fáa fakta fram á borðið, hvat kanningar siga um hetta økið. Spurningurin er so, hvat politikarar og myndugleikar vilja gera í framtíðini at avmarka skaðaárinini.
Ingolf S. Olsen stýrir pallborðinum.
Áðrenn sjálvan pallborðsfundin - leygardagin klokkan 15 ??? fer klaksvíkingurin, Peter Chodqiuk, at greiða frá, hvussu hann var bundin at stoffum og rúsdrekka, og at hann vegna smugling endaði handan rimarnar. Í dag er hann komin burturúr misnýtsluni, og lívið hevur fingið eitt heilt annað innihald.
Kedes sendir
Um onkur ikki hevur møguleika at koma í ??saskúlan seinnapartin leygardagin, so ber tó til at fáa tað við, ið Petur Chodqiuk og pallborðsluttakararnir siga, tí tiltøkini verða stroymað beinleiðis á kedes.fo.
Aðalfund og landsstevna
Blái Krossur hevur annars aðalfund og landsstevnu í Klaksvík vikuskifti 15. og 16. mars.
Sí meira á www.blakross.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald