2015-03-09 03:19
Pakkhúsini hjá Jegvan Elias Thomsen, handilsmanni og stórreiðara í Sandavági, verða nú sett í stand aftur, somuleiðis verður fiskastykkið sett í upprunastand.
Tað er Atli Gregersen, sum hevur keypt ognirnar ??ti á Gjógv.
Arbeiðið at seta fiskastykkið í stand gongur væl. Nú er ætlanin at fara í holt við pakkhúsini, sum treingja til eina góða hond.
Í hesum sambandi bjóðar Atli øllum, sum hava áhuga fyri hesum, til prát úti í pakkhúsunum í morgin - mánadagin kl. 15.
Heitt verður á fólk sum eiga myndir, sum hava okkurt samband við fiskaarbeiðið og pakkhúsini, um at hava tær við - um tað er møguligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald