JN

Onnur sending við sørvinginum Reðin Leonsson í ??F

...

2019-02-03 12:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Onnur sending við sørvinginum Reðin Leonsson verður í útvarpinum í dag kl. 14.15. Í 1958 var hann í Ravnsoynni og fór haðani á fiskivinnuháskúla í Middelfart. Síðani til Hirtshals at fiska og tók skiparaprógv. Reðin var við Magnusi Heinason í 1962, sídani bátsformaður í Ravnsoynni tvey summur. Tók stýrimann í Havn, og tá hann var giftur, fór hann niður at læra til løgreglumann. Á myndini Reðin Leonsson og Hans Abrahamsen úr Mykinesi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder