JN

Onki illgrunasamt við eldinum umborð á Pison

...

2014-01-24 16:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan: Kanningarnar hjá serfrøðingunum frá politinum eru nú lidnar. Niðurstøðan er, at onki illgrunasamt er fari fram.

Kanningin vísur klárt, at eldurin er kyknaður í botnium í nøkrum turkiskápum, sum finnast miðskipsáí mittasta dekkinum.

Eitt 2,5 m langt varmarør undir turkiskápunum var tært so illani, at tað var komi í samband við trækonstruktiónina í turkiskápunum. Hetta hevur so viðført, at eldur er kyknaður í turkiskápunum.

Pison hevur fingið nakað av eld og roykaskaða.

Tann 47 ára gamli maðurin doyði av roykeitran. Hundurin, ið tann 47 ára gamli maðurin átti og hevði við sær umborð, er nú eisini funnin deyður umborð á Pison.

Serfrøðingarnir hjá Ríkispolitinum fara avstað aftur til Danmarkar seinnapartin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder