2017-06-29 18:33
Badmintonhøllin í Visby er við at tømast - og vit standa eftir við, at vit skulu spæla um bronsu í einmansleiki hjá kvinnum og monnum og í blandaðum tvímansleiki.
Allir sjey leikarir, sum vóru í dysti í dag, stríddust fyri einum sigri og gjørdu sítt allarbesta á degnum, men mótstøðan var ov sterk.
Tað positiva, sum vit kunnu taka við okkum frá hesum degnum er, at Bartal Poulsen í fjórðingsfinaluni vann á Paul Le Touq frá Guernsey, og at Rannvá Djurhuus Carlsson ikki var langt frá at vinna á Sara Lindskov Jacobsen frá Grønlandi, og at dysturin í blandaðum tvímansleiki var sera tættur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald