Vinna

Oman fyri 40% av útflutninginum er alifiskur

...

2013-11-18 19:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samlaði útflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár er 4,3 mia. kr. Hetta er 400 mió. kr. ella 10% meir enn sama tíðarskeið í fjør. 

Tað er serliga úrflutningurin av alifiski, sum heldur áfram at vaksa. Higartil í ár eru útflutt fyri 1,8 mia. kr., og er tað ein hálv mia. meir enn í fjør. Í virðið er vøksturin sostatt 40%, meðan nøgdin bert er vaksin 3%.
Bólkurin ???annar fiskur og fiskaúrdráttir??? er eisini vaksin nógv, og her er tað fiskaolja og fiskamjøl, sum eiga størsta vøksturin.
Av uppsjóvarfiski hava vit higartil útflutt nakað minni enn í fjør, men her eru seinkingar í skrásetingunum, so tað broytist helst seinni í ár, tá tølini verða dagførd.
 


Fiskavøruútflutningurin
Hyggja vit aftur til byrjanina av hesari øldini, eru hendar stórar broytingar í hvussu fiskavøruútflutningurin er samansettur. 
Botnfiskurin hevur átt um helvtina av virðinum, meðan alifiskur var um ein fjórðing og uppsjóvarfiskur var minni enn 10%. 
Í 2003 verður alivinnan rakt av sjúku og parturin hjá alivinnuni minkar niður um 15% eftirfylgjandi árini. Í 2008 er eitt stórt lop uppeftir og síðan er útflutningsvirðið av alifiski bara vaksið.
Nú eigur alifiskur 43% av virðinum av samlaða fiskaútflutninginum, roknað fyri fyrstu 3 ársfjórðingarnar av árinum. 
Uppsjóvarfiskurin er eisini vorðin ein størri partur av fiskaútflutninginum og stendur nú fyri 20%. 

Botnfiskurin, sum átti nógv stórsta partin, er í dag bert ein fjórðingur av fiskaútflutninginum. Í 2002 útfluttu vit botnfisk fyri meir enn 2 mia. kr., og í fjør var útflutningurin 1,3 mia. So útflutningurin av botnfiski er bæði minkaður í virði og sum partur av samlaða útflutninginum hesi árini.


Dagførdu hagtølini fyri útflutningin eru nú tøk í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder