2019-08-14 22:06

Seinastu tíðina hevur politiið fingið fleiri fráboðanir um, at dronur eru at síggja yvir bygdum øki og nærri enn 5 km frá flogvøllinum.
Vit vilja gera vart við, at hetta ikki er loyvt.Heitt verður tí á borgarar um at fráboða politinum, um tit síggja dronur í áðurnevndu økjum. Fyri at politiið kann finna fram til dronuføraran, er neyðugt, at vit fáa upplýsingar um t.d. nummarplátu á bili ella aðrar upplýsingar, sum kunnu føra til, at vit finna viðkomandi persón.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald