2018-11-04 21:45

Um 20-tíðina í kvøld var eitt ferðsluóhapp á Sandvíkarhjalla har tveir bilar rendu frontalt saman. Í tí eina bilinum vóru tvey fólk og eitt fólk var í hinum bilinum. Tey eru øll flutt á Landssjúkrahúsið.
Tann eini persónurin mátti klippast leysur úr bilinum, og um 21-tíðina fór seinasti sjúkrabilurin av staðnum móti Landssjúkrahúsinum við tí 3. persóninum.
Vakthavandi á løgreglustøðini dugir ikki at siga um nakar hevur fingið álvarsligan skaða av ferðsluóhappinum.
Vegurin er nú opin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald