Sitandi høgrastjórn tykist tíverri at hava gloymt part av fólkinum. Nú alheims fíggjarkreppan er við at hæsa av, og vit samstundis eru ríkað við stórum mongdum av uppisjóvarfiski og blómandi alivinnu, má tíverri staðfestast, at stórur partur av fólkinum í Føroyum als ikki fær lut í hesi framgongd. Hetta vilja vit broyta. Vit í Tjóðveldi gera tí nú enn eina roynd at fáa Løgtingið at taka undir við, at lætta um hjá teimum, ið hava størstan tørv á hesum. Vit leggja tí eina røð av uppskotum fyri Løgtingið. Nøkur av hesum verða løgd fram saman við hinum flokkunum í andstøðuni.
Barnafamiljur størri barnafrádrátt
Vit vilja tryggja barnafamiljum bestu umstøður í Føroyum. Vit vita, at júst tey árini, tá børn eru partar av familjuni, eru samstundis tey árini, tá familjan hevur fíggjarligu mest trongu korini. Fyri at lætta um fíggjarliga, leggja fyri vit Løgtingið uppskot um, at hækka barnafrádráttin í landsskattinum úr 6.500 kr. árliga upp í 8.000 kr. árliga fyri hvørt barnið.
Stakir uppihaldarar størri barnaískoyti
Vit vilja, at stakir uppihaldarar fáa virðiligar fíggjarligar umstøður. Tað er dýrt at búgva í Føroyum. Sjálvt tá tvey eru til at rinda fyri húsarhaldið. Hjá støkum uppihaldarum gerst støðan enn truplari. Tað er tí neyðugt við fleiri átøkum fyri at betra um umstøðurnar hjá hesum. Hetta kann eitt nú gerast við at hækka barnaískoytið. Vit leggja tí fyri Løgtingið uppskot um, at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar úr 544 kr. um mánaðin upp í 833 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið.
Kommunurnar fáa fígging til at lækka skattin
Vit vilja lata kommununum fígging, so hesar kunnu velja at lækka skattin ??? serliga fyri lág- og miðallønt. Í dag fær landið 100% av teimum inntøkum, ið alivinnan rindar í tilfeingisgjaldi. Hetta hendir hóast tað fyrst og fremst eru kommunurnar, ið skapa neyðugu karmarnar fyri alivinnuna kring landið. Vit fara tí, at leggja fyri Løgtingið uppskot um, at kommunurnar fáa 50% av teimum inntøkum, ið alivinnan rindar í tilfeingisgjaldi til landið í dag. Hesar inntøkur kunnu kommunurnar, eitt nú nýta til, at hækka kommunala botnfrádráttin fyri soleiðis at lætta um serliga hjá lág- og miðalløntum.
Lækka livikostnað
Vit vilja, at kostnaðarstøðið í Føroyum skal lækka, so øll hava ráð og møguleika til, at skapa eina góða tilveru í Føroyum. Í dag eru eitt nú gerandis matvørur og bústaður dýr. Hetta er eitt nú tí vit hava høg avgjøld á øllum vørum, og eisini eru tey, ið leiga bústað verri fyri enn tey, ið eiga. Tí í dag fáa tey, ið eiga bústað rentustuðul frá landinum. Leigar tú bústað, fært tú ongan stuðul. Hetta eru millum viðurskiftini, ið vit eiga at viðgera nærri fyri at taka ítøkilig stig at lækka livikostnaðin.
Hækka pensjón til tey, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta
Vit vilja tryggja øllum okkara eldru eina góða fólkapensjón. Um 4.500 føroyingar hava í dag bert fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Hetta gevur sera trong fíggjarlig kor. Hetta vilja vit broyta. Vit leggja tí fyri Løgtingið lógaruppskot um, at hækka fólkapensjónina, til teir pensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av.
Pensjónsskatturin lækkast
Vit vilja at pensjónsskatturin lækkar, so hesin ongantíð gerst hægri enn vanligi lønarskatturin, og so at rindað verður eftir førimuni. Samgongan framdi eina søguliga stóra pensjónsskattahækking tá farið varð frá at skatta vanliga pensjón (lívrentu- og ratupensjón) progressivt við botnfrádrátti (sum løn), til eina flatskattaskipan við 40% flatskatti frá fyrstu krónu. Tá umræður kapitalpensjón varð farið frá 35% upp í 40% í pensjónsskatti. Hetta hevur serliga rakt tey við lágum pensjónum hart. ??trokningar vísa, at fyri ein persón við miðal arbeiðarainntøku hækkaði samgongan pensjónsskattin (umroknað til flatskatt frá fyrstu krónu) úr um 27% upp í 40%. Hetta vilja vit broyta.
Vit hava tí lagt fyri Løgtingið uppskot um, at lækka og umskipa pensjónsskattin.
Javnari býti tryggjar størri virðisskapan
Vit eru millum heimsins ríkastu lond. Málið er, at fáa sum mest vælferð fyri tey ovurstóru virðir, ið vit hava í landinum. Ein av mest týðandi liðunum í, at fáa sum mest virðisskapan og vælferð fyri tey virðir, ið vit hava í samfelagnum er, at tryggja eitt javnt býti av landsins virðum.
Her hevur samgongan valt at ganga beint øvugt. Tí samgongan hevur framt ein politikk, ið hevur gjørt, at alsamt færri, eiga alsamt størri part av landsins virðum. Hetta vilja vit í Tjóðveldi broyta.
Tí leggja vit uppskot fyri á Løgtingi, ið vilja minka um ójavnan, og tryggja, at tey virðir, ið vit øll eiga, í nógv størri mun koma øllum til góðar. Hetta vil verða til fyrimuns fyri Føroyar og øll okkum, ið her búgva og liva.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald