2014-09-21 00:12
Spenningurin í oddinum í 1. deild, millum 07Vestur og FC-Suðuroy, um hvørt av teimum liðunum, skal í EFFO-deildina komandi ár saman við TB, sum liggur langt fremst, heldur sær, nú tvey umfør eru eftir at leika.
TB og 07Vestur leiktu javnt á Tvøroyri í dag, úrslitið gjørdist 2-2. Málini hjá 07Vestur gjørdu Sjúrður Ellefsen og Thorstein Mýlingstind.
Sí eisini: 2. deild: Oddaliðið MB tapti ímóti B36.
Í Klaksvík leiktu KÍ og FC-Suðuroy eisini javnleik, úrslitið gjørdist 1-1 eftir hálvleiksstøðuna 0-0.
Tískil er støðan í toppinum óbroytt - TB hevur nú 63 stig, 07Vestur 44 stig og FC-Suðuróy 42 stig.
Sí hvat Jarnhold skrivar á 07Vestur:
Seinastu umførini verða leikt 27. september og 4. oktober:
26 | 27-09-2014 | B36 II | FC Suðuroy | - |
26 | 27-09-2014 | NSÍ II | AB II | - |
26 | 27-09-2014 | TB | EB/Streymur II | - |
26 | 27-09-2014 | 07 Vestur | KÍ II | - |
26 | 28-09-2014 | HB II | Víkingur II | - |
27 | 04-10-2014 | Víkingur II | B36 II | - |
27 | 04-10-2014 | EB/Streymur II | 07 Vestur | - |
27 | 04-10-2014 | FC Suðuroy | NSÍ II | - |
27 | 04-10-2014 | KÍ II | HB II | - |
27 | 04-10-2014 | AB II | TB |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald