Vinna

Oljuvinnan stórar avbjóðingar fyri framman

...

2013-09-04 19:30 Author image
placeholder

Oljan.fo skrivar:

Føroyar vórðu umboðaðar av m.a. Heðin Mortensen, borgarstjóra og Jógvan Arge, varaborgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, tá altjóða oljumessan, ???Offshore Europe???, varð sett í Aberdeen týsdagin. Til setanina vórðu eisini fleiri av føroysku luttakarunum á messuni, sum høvdu høvi at hoyra framstandandi bretsk oljufólk og ráðharra umrøða temaið fyri messuna, nevniliga oljuvinnuna komandi 50 árini.
Tað var stjórin í Oil & Gas UK, Malcolm Webb, sum setti stóra oljutiltakið. Hann var eisini ein av gestarøðarunum, tá skipað varð fyri oljuráðstevnu í Havn herfyri.
Høvuðsrøðarin til setanina var eingin minni enn bretski fíggjarmálaráðharrin, Georg Osborne, sum tosaði um týdningin at standa saman, nú oljuvinnan í Norðsjónum stendur við eitt vegamót. Umleið 40 ár eru liðin, síðani fyrsta oljan kom upp úr Norðsjónum, og tí er tað av stórum týdningi at læra av royndunum og brynja seg út til næstu 50 árini.
Olju- og gassríkidømið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland er framvegis stórt, men tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman, nú neyðugt er at fara longur og longur úr á djúpri vatn eftir oljuni og gassinum vísti ráðharrin á.
Hann heitti á bæði stórar og smærri fyritøkur og myndugleikar um at arbeiða saman, soleiðis at kostnaðurin at leita eftir og byggja út keldur kann vera á einum kappingarførum støði.
Osborne vísti á, at skal hugsingur vera um at kunna kappast við aðrar marknaðir úti í heimi so sum Meksikoflógvan, økið út fyri Brasil og Afrika eins og Asia um íløgur í oljuvinnuna, so mugu tey, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland halda kostnaðinum niðri og alla tíðina menna tøknina, soleiðis at olja og gass kann takast upp og framleiðast á mest skynsama og bíligasta hátt.
Hann tók eisini í egnan barm og segði, at tað er eisini uppgávan hjá myndugleikunum at tryggja støðugar karmar fyri vinnuna at virka undir og ikki minst støðugar skattakarmar. Hann helt fyri, at stjórnin, sum metir oljuvinnuna hava sera høga raðfesting, fer at gera alt hon er ment fyri at stuðla oljutilgongdini, soleiðis at Bretland í størst møguligan mun kann framleiða olju og gass til egið brúk og varðveita og menna vinnuna, sum hevur stóran búskaparligan týdning, ikki minst tá talan er um mongu arbeiðsplássini.
Hann nevndi í hesum sambandi tær skattalækkingar og tillagingar, sum stjórnin hevur sett í verk og nevndi, at hesar verða ikki tær seinastu.
Bretska stjórnin fer eisini at gera tað hon kann fyri at gera bretar meira tilvitaðar um tann týdning, sum oljuvinnan hevur fyri Bretland. Ein kanning, sum nýliga er gjørd í Bretlandi, vísir, at heili 70% av íbúgvunum halda, at olja og gass, sum Bretland brúkar, kemur úr Miðeysturi. Veruleikin er tó ein annar. Bretar framleiða sjálvir meira enn helvtina av nýtsluni og gevur hetta arbeiði til nærum hálva million fólk í ymsu veitingarvinnunum.
Hetta er ein støða, sum Bretland ætlar skal varðveitast og mennast, og tí fer stjórnin at gera alt hon kann fyri at stuðla undir hesa vinnu. Í dag brúka 8 av 10 bretskum húsarhaldum gass til upphiting, og tí umræður eisini at finna og framleiða gass nógv ár fram í tíðina. Eisini stóru kraftverkini fara at hava tørv á gassi í framtíðini, nú hesi leggja um frá koli til nátúrgass. Eitt tiltak, sum eisini ber í sær minni av CO2 útláti. Samstundis verður eisini roynt at menna varandi orkukeldur.
Ráðharrin nevndi eisini nýggju skifurgass-kollveltingina, sum hevur tikið seg upp í eitt nú USA. Eisini Bretland eigur at fylgja við á hesum øki, men farið eigur at vera varliga til verka, so ein møgulig framtíðar skifurgassvinna ikki dálkar umhvørvið.
Osborne nam eisini við eitt sera eldfimt evni her í Skotlandi fyri tíðina. Tað er ynskið hjá skotum at loysa frá Bretlandi. Ráðharrin helt fyri, at tað besta, sum kann henda fyri Skotland og Ongland er, at londini framhaldandi standa saman. Hetta fer at tæna londunum best, og fer oljuvinnan eisini at trívast best undir felags veingjum. Hansara úttalilsi eru tó víst aftur av skotskum ráðharrum, sum vilja vera við, at bæði Skotland og oljuvinnan í Skotlandi fara at standa seg betur við at verða loyst frá Bretlandi.
Oljumessan í Aberdeen, sum verður hildin annaðhvørt ár, endar fríggjadagin. Umleið 10 føroyskar fyritøkur og myndugleikar eru umboðað á føroyska básinum.

Sí myndir frá setanini av oljumessuni. á leinkini niðanfyri. Malcolm Webb, stjóri i Oil & Gas UK setir stevnuna. Eftir tað er bretski fíggjarmálaráðharrin George Osborne høvuðsrøðari.

http://oljan.fo/grein/oljuvinnan_storar_avbjdingar_fyri_framman

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder