Vinna

Oljuvinnan kann fáa stóran týdning fyri Norðurnorra

...

2013-11-04 12:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Oljan.fo skrivar: Hóast nýggja norska stjórnin hevur gjørt av at leggja oljuleiting í Lofoten, Vesterålen og Senja á hillina komandi fýra árini, so bendir einki á, at oljuvirksemið fer at minka komandi árini. Sambært felagsskapinum PetroArctic, sum umboðar norðurnorsku fyritøkurnar, ið framleiða vørur og tænastur til oljuvinnina, so verður mett, at fyritøkurnar kunnu koma at framleiða fyri 10 mia. kr. um árið innan 2020. 


Stórar útbyggingar í Barentshavinum her serstakliga í sambandi við olju- og gassframleiðslu á havbotninum fara at skapa nógv virksemi og inntøkur til Norðurnorra. Eisini skulu her borast umleið 50 nýggir brunnar fram til 2020. Eisini í Norskahavinum verður talið á brunnum økt. Hetta saman við útbyggingum av feltunum Johan Castberg, Goliat, Asta Hansteen, Skarv og Norne, og haraftrat koma møgulig nýggj fund í framtíðini, fer at skapa nógv arbeiði og inntøkur í Norðurnorra sigur Kjell Giæver, stjóri í PetroArctic sambært NTB. 

Men hetta krevur, at oljufeløgini leggja virksemið soleiðis til rættis, at lokali ídnaðurin fær møguleika at kappast uppá ein góðan máta sigur Giæver. 

Sambært eini nýggjari frágreiðing, sum er gjørd av oljuídnaðinum í Norðurnorra millum tær umleið 300 fyritøkurnar har, framleiddi vinnan har fyri 4,2 mia. kr. í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá 20,5% síðani 2011. 

???Oljuvirksemið gevur nógv arbeiði til plássini framvið strondini. Íalt eru annars 250.000 arbeiðspláss beinleiðis og óbeinleiðis knýtt at norsku oljuvinnuni,??? sigur Erling Kvadsheim í felagnum Norsk olje og gass.

Tilsamans 2.400 arbeiða í dag í norðurnorsku veitingarvinnuni, haraftrat arbeiða 748 fólk hjá oljufeløgunum ella í alt 3.148. 


Keldur:
Dagens Næringsliv
NTB

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder