Vinna

Oljukeldan Solan við Hetland undir framleiðslu í 2014

...

2013-08-26 04:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

OLJAN.FO skrivar:Enn ein oljukelda nærkast framleiðslu vestan fyri Hetland.


Eftir ætlan fer oljukeldan Solan vestan fyri Hetland undir framleiðslu seint næsta ár. Tað er oljufelagið Premier Oil, sum stendur fyri kelduni, ið er mett at goyma 40 mill. tunnur av olju. Hon liggur sunnan fyri Foinaven og Schiehallion oljukeldurnar.

Tað kostar felagnum umleið 5-6 mia. kr. at úbyggja Solan. Arbeiðið er í gongd. Talan verður um eina serstaka tøkniliga loysn, har ein ómannaður pallur fer at virka saman við einum goymslutanga og øðrum útbúnaði á havbotninum.

Premier Oil er eitt av teimum virknu feløgunum vestan fyri Hetland. Felagið hevur klárað seg væl og hevur gjørt seks fund í seinastu sjey brunnunum. Felagið miðjar móti at framleiða 65.000 tunnur av olju um dagin í næstu framtíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder