2013-09-13 18:14
??lavur Nolsoe er komin á Fuglafjørð av 6. túrinum. Teir komu undir land fyrr í vikuni og lógu 2 døgn á Viðvík, har teir arbeiddu tað undan, sum teir høvdu fingið. Nú teir komu inn, er lastin knappliga full - teir lasta 450 tons av frystum makreli.
Teir skulu byrja at landa seinnapartin til Bergfrost, í løtuni landar Norðborg, teir verða liðnir um 15-tíðina.
??lavur Nolsoe hevur rækjuloyvi, teir fara nú helst á rækjuveiðu, frætta vit úr Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald