2021-03-01 14:40
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Globe Tracker kunnger í dag, at ??lavur Ellefsen er settur sum stjóri. Hann tekur við eftir Jákup Lamhauge, sum hevur verið stjóri síðani 2016.
Jákup Lamhauge heldur fram í felagnum sum strategistjóri við ábyrgd fyri langtíðarverkætlanum. Í leiðsluni eru annars Regin Mittún, fíggjarstjóri, Rich Meyers, rakstrarstjóri, og Don Miller, sølu- og marknaðarstjóri.
Globe Tracker framleiðir og mennir útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Kundarnir eru størri bingjuflutningsfeløg, og loysnirnar hjá Globe Tracker verða brúktar at minka um matspill, at bøta um gagnnýtsluna av bingjunum, at minka um orkunýtslu og lætta um viðlíkahald.
Í Globe Tracker starvast 45 fólk, harav 17 í Føroyum. Felagið er fyri kortum flutt inn í nýggja høvuðsskrivstovu á Skálatrøð, og ætlaninar eru framhaldandi at vaksa bæði í Føroyum og uttanlands.
Nevndin í felagnum fegnast um góðu gongdina, sum Jákup Lamhauge hevur staðið á odda fyri, og fegnast samstundis um, at tað er eydnast at styrkja leiðsluna við nýggja stjóranum.
??lavur Ellefsen kemur úr einum starvi sum stjóri í eldratøknifyritøkuni Nemlia og hevur annars drúgvar royndir sum íverkseti.
Hann hevur ??? saman við øðrum ??? millum annað stovnað telefelagið Kall, taraalifyritøkuna Ocean Rainforest, veitaran av lærisimuleringum Simprentis og KT-fyritøkuna Klintra. Hann er eisini stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya.
??lavur Ellefsen hevur verið í nevndini í Globe Tracker síðani 2014, harav nevndarformaður seinastu tvey árini.
Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. ??tgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.
Høvuðspartaeigarar eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald