Vinna

??lagaligt veður á svartkjaftafeltinum

...

2014-01-29 23:54 Author image
placeholder

 Tað hevur verið sera ólagaligt veður á svartkjaftafeltinum sunnanfyri, síðan skipini fóru út aftur, men í kvøld er verðrið batnað, hava vit frætt fyri løtu síðan.

Skipini royna á einum stórum øki á uml. 60N tey royna frá 5V til 8V.

Í kvøld eru 11 skip á feltinum 7 føroysk og 4 russisk. Tey føroysku eru. Jupiter, Fagraberg, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Norðborg, Christian í Grótinum og Slættaberg - russisku skipini eru: Staryy Abrat, Kapitan Nazin, North Ocean og Armenak Babaev.

Í kvøld liggur vindferðin um 16m/sek., í morgin fer vindferðin at liggja um 13m/sek. og fríggjakvøldið fer vindferðin at koma uppí 24m/sek. ??ttin verður mest landsynningur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder