Vága- og Sørvágs kommuna hava havt ein sera góðan og konstruktivan fund við Karsten Hansen, landsstýrsmann, fyri at umrøða samstarv og at seta á stovn heilsudepil í Vágum.
Borgarstjórarnir í Vágum, Rósa Samuelsen og Sune Jacobsen, førdu fram á fundinum, at tey ynskja støðugt at betra um og økja heilsutænasturnar til borgararnar í kommununum í Vágum, og somuleiðis at tryggja sær, at hetta verður gjørt í samsvari við tær ætlanir, sum landsstýrismaðurin hevur á økinum, og sum eru komnar til sjóndar í m.a. Heilsunýskipanini.
Sambært Heilsunýskipanina skulu heilsudeplar setast á stovn kring landið, har dentur verður lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkrafyribyrjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran. ??tlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri skal kunna fara fram í heilsudeplunum. Á heilsudeplunum fara at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.
Landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið, sum fer fram á Heilsumiðstøðini í Miðvági. Har starvast kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk m.a. sjúkrarøktar- og heilsufrøðingur og ljósmóðir. Hølisviðurskiftini á Heilsumiðstøðini eru sera góð. Tað ber væl til at innrætta hølini á ein slíkan hátt, at onnur heilsustarvsfólk afturat kunnu húsast har. Serliga er ynski hjá kommununum at víðka um virksemið við at fáa fysioterapeut og økispsykiatri.
Semja varð um at tað er ein fyrimunur at savna heilsustarvsfólkini á einum stað, tí á henda hátt ber til at skapa faklig umhvørvi og faklig samstørv ??? bæði innan egnar fakbólkar og tvørfakligt.
Karsten Hansen kunnaði um ætlanina við Heilsunýskipanini. Tørvur er á nýggjum loysnum til tess at kunna handfara ymsu avbjóðingarnar á m.a. heilsuøkinum. Somuleiðis kunnaði hann um ætlanirnar við játtanini til økisheilsutænastur.
Borgarstjórarnir í Vágum og landsstýrismaðurin samdust um at arbeiða víðari við málinum um at betra um heilsutænasturnar í Vágum. Kommunurnar og Heilsumálaráðið hava valt hvør sín kontaktpersón at taka sær av tí ítøkiliga arbeiðinum. Katrin Gaard fyri Heilsumálaráðið og Sonja Klein fyri kommunurnar í Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald