2014-03-18 23:25
Fiskur hevur tvær nytrur ??? síggja út sum smáir, hvítir steinar ??? í høvdinum. Nytrurnar verða nýttar til at hoyra við og at halda javnvágini við. Nytrurnar á sama fiski eru vanliga júst líka stórar, men á fyrru yvirlitstroling hjá Magnusi Heinasyni var ein upsi, har nytrurnar vóru sera ymiskar til støddar. Vakstrarringar eru at síggja í nytrunum, og, hóast ymiskar til støddar, góvu tær sama aldur á fiskinum. Ikki er greitt, hví nytrurnar á hesum upsanum vóru so ójavnar til støddar. Upsin sá annars vanligur út og tóktist ikki at hava nakað mein av hesum, tað skrivar hav.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald