Vinna

??hugnalig hevnd úr Íslandi

...

2014-09-01 19:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum skrivar: Í framkomnum brøðratjóðum skuldi slíkt ikki kunna hent, men íslendingar hava á óhugnaligan hátt nokta føroyingum at sleppa í land av egnum skipi í Íslandi og harafturat nokta Nærabergi at fáa olju, proviant og at leggja part av veiðuni upp, nú skipið var komið illa fyri av maskinskaða.

Ein fúl móttøka møtti teimum á Íslandi, ein móttøka, sum ikki sømir seg íslendingum.

Tað sum er løgið í hesum samanhandi er, at íslendingar helst hava brúkt eina íslendska lóg, sum sigur, at teir kunnu nokta skipum, sum ikki veiða burðardygt. Næraberg hevur fingið loyvi frá Grønlendsku myndugleikunum at veiða av eini royndarkvotu sum Grønland hevur ásett sær. Av hesi kvotu veiða eini 20 skip og kanska 10 íslendsk. Bæði íslendsk og grønlendsk skip, sum veiða av hesi kvotuni landa fisk í Íslandi.

Les meira á nordlysid.fo, við at trýsta her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder